Í viku 36 og 37 fara tvær læraralesandi at vera í starvsvenjing í 2. flokki í føroyskttímunum. Tær eita Vár og Henrietta.
Í dag vóru tær uppi á Odda ein túr saman við okkum, og í skúlanum hjálptu tær næmingunum at gera uppgávur í Súlubókini, meðan Birgit las við einum og einum næmingi tað, sum tey høvdu fyri.
Komandi tvær vikurnar fáa næmingarnir fyri at lesa/syngja í Loppugras. Ein fløga er í bókini, sum tit kunnu gera brúk av. Farið væl við bókini og leggið fløguna í aftur so hvørt.
Henrietta og Vár koma at undirvísa í nøkrum, sum kallast at skriva seg til lesing, tær eru á skúlanum mánadag, mikudag og møguliga fríggjadag.










































