3. flokkur hevur gjørt ymiskt í seinastuni. Ein dagin vóru vit uppi við vatnbrunnarnar. Vit mátaðu, hvussu nógvir metrar eru rundan um ein brunn. Fyrst gittu vit, og síðan mátaðu vit. Vit hava eisini mátað svimjihøllina og ítróttarhøllina. Ein dagin spældu vit vatnstafett og aftaná mátaðu vit, hvør hevði fingið flestar desilitrar í spannina.
Vit hava eisini gjørt ymiskt inni. Ein dagin vóru vit í køkinum og gjørdu pylsubreyð, og vit hava eisini verið í evningstovuni. Vit hava gjørt kurvar av klemmum.






























































