Fríggjadagin, 21. oktobur, var 3.flokkur inni í Firði og tók epli upp.

Tað var nokkso nógv undir. Tey flestu eplini vóru hvít, og tað slagið eitur Mette. Nøkur epli vóru reyð, og tað slagið eitur Raja.

Tá ið vit høvdu tikið upp, fóru vit inn í húsini hjá  ommuni, ið eigur trøðna. Har ótu vit matpakka og fingu eisini kakao. Onkran dagin fara vit at viga eplini, og vit fara eisini í skúlakøkin at gera onkran rætt, har vit brúka nøkur av eplunum.

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S