Týsdagin 25. oktober var 3. flokkur á vitjan umborð á Jupiter, har Emil, pápi Elina er skipari. Jupiter var júst komin aftur av fiskileið, hvar teir høvdu fiskað 900 tons av sild. Emil vísti okkum runt á skipinum. Vit vóru uppi á brúnni og fingu forklárað ymiskt um tey ymsu tólini, ið har vóru. Vit fingu eisini forklárað hvat bakborð og stýriborð er.
Áðrenn vit fóru niður í maskinrúmið, fingu vit øll proppar at seta í oyruni fyri at verja tey móti øllum larminum, ið har var. Emil kruvdi eina sild og greiddi frá, hvussu tað ymiska æt á fiskinum. Hann hevði eisini ein knurrhana at vísa okkum.
Børnini ótu matpakkan í salongini, og Emil bjóðaði teimum heitt kakao og vatn við brúsi í aftur við. Tá vit skuldu fara av skipinum, fleyt dekkið við vatni, so Emil tók tey kæru børn í kneppið, so tey ikki gjørdust vát um bein. Nøkur kláraðu seg tó sjálvi við tað, at tey vóru í gummistivlum.

















































