Í 4. flokki arbeiða vit við ævintýrum. Síðan á jólum hava vit hoyrt eina rúgvu av ævintýrum. Nú hava vit so lænt okkum eitt lítið ’ævintýr-bókasavn’ av bókasavninum, so vit kunnu lesa sjálv og skriva eitt lítið ummæli av hvørjum ævintýri, vit lesa. Nøkur ævintýr lesa vit í felag, og so tosa vit um eyðkenni við ævintýrum, hvaðani tey koma frá, og hvussu tey hava verið nýtt upp ígjøgnum tíðirnar.
Vit hava gjørt trý uppsløg, sum vit nevna: Høvuðspersónar, Hjálparar og Mótstøða. Har skriva vit tað, sum vit finna í ævintýrunum, vit lesa. T.d. er høvuðspersónurin ofta antin yngsta prinsessan ella ein fátækur drongur. Og mótstøðan er ofta ein risi ella ein ormur. So gera vit tekningar at prýða uppsløgini við.
Vit gera eisini eitt ævintýr-torn, har grundin er stórir steinar, sum felags lisnu ævintýrini verða skrivað á. Múrsteinarnir eru ævintýrini, sum vit sjálv lesa. Ætlanin er at gera ein glugga á tornið, sum Rapunsel skal sita í og heingja flættuna útav.
Arbeiðið við ævintýrunum skal enda við, at vit sjálv fara at skriva ævintýr bæði í bólkum og einsæris.


































