Hvønn fríggjadag hevur miðdeildin náttúru og tøkni. Seinasta fríggjadag, 25. februar var evnið hjá 4. flokki ravmagn.
4. flokkur heldur, at tað er spennandi at gera royndir. Vit fingu perur at lýsa, klokkur at ringja og viftur at mala. Vit settu eisini avbrótarar á.
Hetta var ein stuttligur og spennandi dagur.


















