Klokkan 7.00 týsmorgunin 7. juni stóðu vit øll klár við bláa bussskýlið við Sjógv við viðføri, bollum og skuffukøkum. Vit skuldu á seturskúla í Nólsoy.
Nólsoyarbáturin var á beding, so Silja Star sigldi rutuna. Tað tók ikki meira enn 10 min.!
Tá vit vóru komin upp á pláss í Royndarhúsinum og høvdu fingið okkum ein bita, fóru vit niðan í skúlan at vitja. Vit høvdu avtalað, at vit skuldu vera við til morgunløtuna og fríkorterið aftaná. Morgunløtan var sera hugnalig og stuttlig J Vit sungu eina rúgvu av sangum, og ein genta, sum hevði føðingardag, fekk fleiri føðingardagssangir!
Aftaná fóru vit út í skúlagarðin, har ein av lærarunum spældi fleiri spøl við okkum. Tað var ordiliga stuttligtJ
Restina av degnum hugnaðu vit okkum við hús og gingu túr runt í bygdini. Kl. 16 fóru vit niðan í Látrið, sum er barnagarður, frítíðarskúli og ungdómshús alt í einum. Har koyrdu vit mánabil, reiggjaðu, prátaðu við nólsoyingar o.a.
Um kvøldið fóru vit ein túr oman á sandin. Veðrið var einki serligt, men tað helt ikki røsku børnunum í 4. flokki aftur. Fleiri av teimum lupu á bláman!
Dagin eftir var áarføri! Men vit vóru kortini úti í Korndali og sóu Prinsessutoftirnar. Síðan vitjaðu vit Jens Kjeld Jensen, sum stappaði ein lunda út, meðan hann greiddi frá um lundar og aðrar fuglar. Hann kom við okkum út og vísti okkum eina fuglafellu, har hann fangar fuglar og ringmerkir teir. Vit sóu eisini bátin hjá Ova, Dianu Victoriu, og húsini í Brunn, sum skuldu rívast niður fyri uml. 30 árum síðani, men vóru bjargað í síðstu løtu. Alt samalt sera áhugavert.
Um kvøldið gjørdist veðrið betri, og tá fóru vit ein túr niðan á Flaggstongina, sum ikki er ein flaggstong, men ein stór grótlaðing, har ein flaggstong stóð í fyri nógvum árum síðani. Hon varð nýtt sum innsiglingarmerki fyrr í tíðini. Har uppi fingu vit nakrar góða flokksmyndirJ
Tann síðsta dagin pakkaðu vit alt niður og ruddaðu húsið, tí ein flokkur úr Vestmanna skuldi búgva har aftan á okkum. Tíbetur var veðrið gott, so viðførið kundi standa uttanfyri, meðan tað síðsta varð ruddað. Vit møttu vestmannabørnunum niðri á kaiini, tá vit fóru avstað kl 12.55.
Ein fínur túrur, hóast veðrið ikki var til vildar alla tíðinaJ




























































































































































