Hósdagin 17. juni var 4. flokkur útferð við Leynarvatn. Vit settu fleiri tjøld upp, og tey brúktu vit til at hvíla okkum í og at verma okkum í. Vit svóvu ikki har um náttina. Tað fara vit kanska at gera í 5. flokki.

Vit vassaðu og svumu, fangaðu maðkapirrur og funnu várfluguormverur. Eisini lupu nøkur longdarlop í runuvatni. Vit spældu ymisk spøl, grillaðu pylsur, búffar og skúmfidusar.

Klokka 7.00 um kvøldið komu foreldur og systkin á vitjan. Tey høvdu bollar og heitt kaka við til okkara.

Øll vóru samd um, at hetta var ein sera góður dagur.  

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S