Hannus flettir saman við 4. og 5. flokki.
Heystið er komið og harvið eisini tíðin til slakt. Hesum hava vit gjørt okkum dælt av í ár, og fríggjadagin 7.okt. varð fletting á skránni í skúlanum hjá 4. og 5. flokki, sum ein liður í lærugreinini Náttúra og tøkni, og trivna í flokkinum sum heild
.Eftir avtalu við Dortheu, fór Hannus í hagan á Signabø í góðveðrinum dagin fyri, við sær hevði hann fýra næmingar, tveir úr hvørjum flokki. Tey komu heim aftur við tveimum lombum, einum gimburlambi og einum veðurlambi. Hannus stóð fyri flettingini, og fríggjamorgunin varð gjørt klárt inni í vátrúminum í skúlanum og uttanfyri, har borð og vatnslanga til vambavasking varð sett upp. Fyrst fletti Hannus gimburlambið hjá 5.flokki, og vá tað 29 pund. Síðan varð veðurlambið hjá 4.flokki flett, og tað vá 27 pund.
Krovini eru komin í fjálíka hjallin hjá Jákupi at hanga, og eins og undanfarin ár, tá ið flett hevur verið í skúlanum, verða ræstkjøtaveitslur í vetur, ein í 4.flokki og ein í 5.flokki. Ein ræstkjøtaveitsla verður soleiðis fyriskipað, at næmingarnir bjóða foreldrum sínum í veitslu at eta ræst kjøt, súpan, blóðpylsu, stokta livur og avroð...og kanska eitt breyðstykki við heimagjørdari rullupylsu eisini. J Omaná plagar okkurt gott og søtt at vera at fáa. Eg kundi viðmerkt at enda, at foreldrini vanliga havi hjálpt væl til við matgerini, og eiga sín part í væleydnaðu veitslunum.






























































