Fríggjadagin ruddaðu 4. og 6. flokkur rundan um skúlan. Vit vórðu býtt í bólkar og fingu handskar og posar. Bólkarnir skuldu so viga ruskið, tá ið vit komu aftur til bingjurnar. Skúlans øki hevur í langa tíð verið arbeiðsøki, og tað er soleiðis, at nógv rusk liggur og flýtur enn, gamalt jarn og timbur av ymiskum slagi. Ein bólkur fór inn móti bygdarhúsinum og ein fór út móti handlinum hjá Børge. Hugagóð fóru tey í gongd, og her var nokk av tilfari at fylla í posarnar. Bólkarnir høvdu savnað millum 10 og 53 kilo av burturkasti.

Ársins rusksavnarar vóru Kára, Halla og Tóra, sum allar ganga í 6. flokki. Nøgdin hjá teimum vigaði 53 kg. Tilsamans vigaði alt ruskið 231 kg.

Tá ið vit høvdu vaskað hendur, fingu vit frukt at eta.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S