10. -12. mai var 5. flokkur á seturskúla í Mikladali.

Veðrið var kalt og eitt sindur illfýsið, men tað forðaði ikki fyri einum góðum seturskúla.

Vit fóru 18 fólk úr Kollafirði. 13 næmingar í 5. flokki ,ein 7 ára gomul genta, tveir lærarar og tvær læraralesandi í starvslæru.

Húsini í Mikladali vóru sera góð og hugnalig at búleikast í.

Kavin lá oman í bygdina. Kortini vóru nakrar raskar gentur og vassaðu í ánni. Vit gingu langar túrar gjøgnum tvey berghol, vit vóru eisini niðri á lendingini.

Tað er sera vakurt í Kalsoynni.

Tá veðrið ikki var til vildar, spældu vit nógv spøl. Vit høvdu eina Othellokapping, og vinnarin var Jón Suni. Tað var ein stuttlig kapping.

Vit fingu góðan mat at eta. Og ein túrur til kioskina á Trøllanesi setti prikkin yvir túrin.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S