Í náttúru og tøkni settu vit okkum spurningin: ”Hví koyra vit bakipulvur ella natron í kaku, tá ið vit baka?” Vit vóru samd um, at um vit ikki koyrdu bakipulvur í, so bleiv kakan fløt, tí bakipulvurin gjørdi, at luft kom í.

Vit fingu fatur í íløtum. Íløtini høvdu verið brúkt til filmsrullur til gomul fototól. Vit koyrdu eitt sindur av vatni í og eina teskeið av bakipulvuri ella natron í. Síðan koyrdu vit lokið á og settu ílatið frá okkum við botninum niður. Tað gingu nøkur sekund, so fleyg ílatið uppfrá sum ein rakett. Saman við vatninum hevði bakipulvurið gjørt nógva koltvíiltu, og tí reyk proppurin av.

 

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S