5. flokkur hevur síðsta árið havt brævasamband við ein 5. flokk úr Busses skole í Gentofte. Hesin flokkur hevur í vikuni vitjað Føroyar og hevur verið saman við okkara 5. flokki týsdag og mikudag í vikuni.
Týsdagin høvdu vit ætlað at ganga ein túr niðan til Fransatoftirnar, men ein vátur regndagur gjørdi, at okkara dagur mátti broytast. Í staðin fingu vit tíðina at ganga við at hugna okkum saman í skúlanum og ítróttarhøllini, og hóast veðrið var sera vátt, fingu vit ein góðan túr í Kollafirði. Vit vóru m.a. inni í bygdasavninum. Tað var stuttligt hjá okkum øllum at síggja eini so gomul hús.
Mikudagin voru vit í Havn. Meiningin var, at vit skuldu ganga úti tað mesta av degnum, men aftur var veðrið ikki til vildar, og vit vóru í staðin ein túr á Fornminnissavninum í Hoyvík. Sera áhugavert.
Ein lítlan steðg høvdu vit í SMS, áðrenn leiðin gekk út á Reyn. Har fortaldi Fríðbjørg søgur um hús og støð. Næmingar og lærarar hildu hetta verða áhugvert.
Vit tóku síðani skúlabussin aftur til Kollafjarðar. Í skúlanum hevði foreldrabólkurin gjørt mat til okkara. Tað var deiligt aftan á ein langan dag til gongu.
Maturin ikki bara smakkaði væl, men sá eisini sera væl út.
Tá vit høvdu etið, fóru vit ein túr niðan í Deyvahyl – har fingu bæði donsk og føroysk børn karm. Veðrið var av tí fagrasta.
Seinni var kaffi og lekrar køkur í túninum hjá Drós. Sera hugnaligt. Takk fyri tað.
Stutt áðrenn kl. 21 var tíð at siga forvæl.
Tað var einki stuttligt!
Alt í alt hevur tað bæði verið stuttligt og læruríkt at hava vitjan niðrifrá.

























