Hósdagin 31. mars var 5. flokur á Signabø og vitjaði Bul. Bulur er ein fyritøka, sum smíðar hús. Bulur varð stovnað í 1998, og síðan tá hava tey gjørt eini 120 hús.
Á Buli vóru tey sera blíð við okkum. Í skúlanum høvdu vit arbeitt í bólkum og gjørt spurningar. Tey svaraðu uppá okkara spurningar, og vit fingu nógv at vita um húsabygging. Vit fingu eisini sunkist og nekarakiss. Eisini fingu vit T- troyggju, har ”Bulur” er prentað á, og vit fingu eisini pennar og blokkar.
Aftaná fóru vit niðan á sparkivøllin. Har sparkaðu vit eina løtu. Síðan fóru tey flestu við bilum aftur í skúlan, meðan nøkur fóru til gongu av Signabø og út í skúlan. Hetta var ein góður dagur.
V

























