Fríggjadagin 23. apríl var 6. flokkur inni á Toftum og vitjaði Landingarmiðstøðina og Føroya Fiskamarkna (gólvuppboðssøluna). Tíverri var einki virksemi hendan dagin, bara 300 pund vóru landað, alt havtaska, so vit sóu ikki, hvussu maskinurnar arbeiða. Havtaskan var longu ísað í stórar kassar. Men Pauli Poulsen gav okkum tó eina góða rundvísing á virkinum, eisini fingu næmingarnir keppar og pennar frá Landingarmiðstøðini. Jens Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, greiddi okkum frá søgu felagsins. Hetta var sera áhugavert. Somuleiðis vóru vit við, tá ið teldustýrda uppboðssølan varð hildin. Ikki var nógv at selja hendan dagin, men vit fingu tó gott innlit í, hvussu vanliga sølan gongur fyri seg. Allur fiskur, sum verður landaður í Føroyum, kann seljast ígjøgnum uppboðssøluna, og ikki bert tann, sum verður landaður á Toftum.
Tá vit vóru liðug inni á Toftum, fóru vit til Leirvíkar at vitja á høvdavirkinum har. Eisini her fingu vit sera góða móttøku, og vórðu kunnað um virkið, áðrenn vit blivu víst runt á virkinum – hetta var gott, men vit sluppu ikki at taka myndir. Nakrir av næmingunum hildu kanska, at deymurin inni á virkinum var í so strammur. Og eftir lokna vitjan fingu vit øll hvør sínar 2 pakkar av turrum fiski til gávus.







































































