Vitjan hjá Fríðbjørg
Sum nakað av tí síðsta, vit skuldu gera saman í 6. flokki áðrenn summarfrítíðina, var at ganga niðan á eitt fjall. Eg valdi Kirkjubøreyn. Vit skuldu ganga niðan til Kongavarðarnar. Veðurvánirnar vóru heilt hampuligar, tað skuldi regna seinnapartin. At
tað var so bókstavuligt, hevði eg ikki fyristilla mær. Nakrar fáar minuttir yvir 12.00 byrjaði at sirma. Mjørkin hekk síður niður av Kirkjubøreyni – har var ikki gangandi. Vit valdu so at taka túrin úti frá mær og niðan fram við Hotel Føroyum og skuldu so
ganga út á Norðasta Horn. Túrurin byrjaði við eitt sindur av sirmi, men so skjótt vit vóru komin út á sjálva gøtuna aftan fyri ríðibreytini byrjaði at regna – av grimd.
Lagið var gott, næmingarnir sungu og stuttleikaðu sær óført. Tá vit komu til steðgistaðið í Norðasta Hornið vóru vit á kroppi.
Vit tóku bussin út til mín. Allir jakkar, ið toldu turkitrumlu, vóru koyrdir í trumluna. So var farið í holt við at spæla spøl og práta og fjasa. Stuttligt.
Vit fingu kjøtsuppu, sum meiri líktist makkaronnigrýtu, væl var etið. Køku omaná. Inn í millum var spælt úti, hóast tað enn regnaði av grimd.
Um 7 tíðina komu foreldur eftir teirra børnum og fingu ein kaffimunn og hugnaligt prát áðrenn farið var norður aftur til Kollafjarðar.
Tann gula Rabarbuglasfuglin fekk eg frá foreldrum og næmingum. Stóra takk fyri.
Og so ein heilsan til tykkum, foreldur og mnæmingar í 6.
Tað er lætt at gera eitt gott arbeiði, tá mann hevur góðar viðspælarar. Tit hava altíð verið til reiðar at hjálpa, at lurta, at hjálpa til við at loysa trupulleikar og ikki minst at baka.
Takk fyri gott samstarv tey síðstu 6 árini og góðan byrð framyvir.
Fríðbjørg





































