Mikudagin 7. sept. var 6. fl. saman við lærarum og avvarðandi á floti við Westward Ho. Hetta var ein liður í eini fiskikapping fyri allar 6. flokkarnar í kommununi.
Hendan dagin var av besta streymi , men eitt lot av útnyrðingi. Hoyvíksbørn høvdu verið fyrrapartin, og tey høvdu fingið væl av fiski, so tað var við spenningi, vit løgdu frá landi frá Müllers brúgv kl. 13.
Leiðin gekk oman gjøgnum Nólsoyarfjørð, og vit hálaðu av og kastaðu millum Hósmøl og Borðuna. Nú var vindurin vaksin so mikið, at illa stóð niður, og fiskiskapurin var hareftir. Vit fingu onkran góðan tosk og nakrar smáfiskar og ein makrel, tríggjar longur fingu vit eisini. Tað gjørdist grovur ælingur, og vindurin bert vaks. Vit hildu undan vindinum suður um Borðuna, men einki vildi bera til. Sigldu norður eftir eystan fyri Nólsoynna og kastaðu einar tvær ferðir, men einki batti. Út fyri bygdini fingu vit eyga á eitthvørt, sum lá og rakst í sjónum. Hetta sá heldur sjáldsamt út. Tað vísti seg at vera eitt uppblást dýnuvár fult av havahestafjøður, sum onkur hevði tveitt á bláman.
Vit vóru aftur á Havnini um fimmtíðina. Hóast veiðan ikki var tann stóra, bert 22 fiskar, so høvdu vit havt ein góðan túr. Vit fingu roynt “sjólívið” eitt sindur, og sjálvt um veðrið ikki var tað besta, og tað rullaði eitt sindur bilti ikki við sjóverkinum.

































































