6. flokkur vitjar umborð á Jupiter
6. flokkur var í gjár og vitjaði umborð á nótaskipinum Jupiter, sum lá og landaði á Kollafirði.
Tað var pápi Signar, Emil Petersen, sum siglir við sum skipari umborð, ið hevði bjóðað flokkinum at síggja arbeiðsplássið hjá sær.
Tað var ein sera áhugaverdur og góður túrur hjá flokkinum, og vit vilja í hesum sambandi takka næminganna vegna, at tey fingu hetta høvið.






























