Í døgunum 30. mai til 1. juni var 7. flokkur á seturskúla í Vágum. Flokkurin hevði arbeiitt við seturskúlanum í verkætlanini, sum var í mars. Næmingarnir høvdu fyriskipað allan seturskúlan, alt frá mati, innkeypslista, útferðum til undirhald. Flokkurin búði í SÍF húsinum í Sandavági. Mánadagin var útferð til Bøsdalafoss. Gingið var allan vegin úr Sandavági, so langt var at ganga, men veðrið var av tí allarfagrasta, so tað bilti ikki. Týsdagin var eisini sera gott veður - so gott, at onkur skáldaði seg eitt sindur. Henda dagin gekk leiðin til Miðvágs. Flokkurin var í Kálvalíð og á Krígssavninum, og næmingarnir og Trygvi sluppu at royna seg á hestbaki. Um kvøldið skipaði ein bólkur fyri Pub-Quiz.



























































































