7. flokkur á vitjan í mannarættindahølinum

Týsdagin, 28. septembur vitjaði 7. flokkur mannarættindahølið hjá Amnesty. Fólk frá Amnesty, føroyadeildini, skipaðu fyri undirvísing um mannarættindi. Næmingarnir vórðu tilvildarliga býttir í øki, sum umboðaðu heimspartarnar, og teir sluppu á egnan kropp at kenna, hvussu tað var at vera útsettur fyri órættvísi. T.d. fingu nakrir næmingar gott pláss, meðan aðrir sótu illa, og nakrir fingu steðg, meðan aðrir máttu arbeiða í steðginum.

Sum heild kann sigast, at dagurin var væl eydnaður, og næmingarnir fingu góða kunning um mannarættind.