Fríggjadagin 16. apríl legði 8. flokkur fram verkætlan, sum tey hava arbeitt við seinastu vikuna. Høvuðsevnið var "Kriminalitetur". Talan var um ein lítla verkætlan. Flokkurin varð býttur í bólkar, sum arbeiddu við ymiskum evnum undir høvuðsevninum.
Arbeitt varð við hesum undirevnum:
Politi: Róar og Brian
Ferðsla og ferðslubrot: Magni og Annika
Tjóvarí - at stjala: Malan, Anja J og Elisabeth
Trygdarskipanir - ANSNI: Bára og Kirstin
Rúsdrekka og rúsevni: Búgvi, Anja E og Brita
Dráp og drápsgerðir: Marni, Tórarin og Benjamin
Hóskvøldið legði flokkurin fram fyri foreldrunum og fríggjadagin var endaliga framløgan, har næmingarnir eisini fingu eitt met, grundað á innihald, arbeiðslag og framløgu.
























