Fríggjadagin 14. januar var 8. flokkur í Havn, har tey vitjaðu Ráðið fyri Ferðslutrygd. Fólk frá Ráðnum bjóðaði vælkomin, og síðani vóru fleiri smáir fyrilestrar, sum koyrilærari, ambulansumaður og løgreglumaður hildu. Eisini var ein, ið hevði fingið skaða í ferðsluvanlukku og greiddi frá, og alt hetta var sera áhugavert at lurta eftir.

Næmingar fingu ymist at svara uppá, og eisini varð arbeitt í bólkum, har tikið varð saman um tað, tey høvdu fingið burtur úr degnum.

Tey sluppu at royna Hvølvus og Gøll, so tey fingu eina fatan av, hvat ein kundi uppliva í einari ferðsluvanlukku.

Nei, sjáldan hava tímarnir gingið so skjótt ein skúladag, og ivaleyst fóru øll heim aftur eitt sindur klókari um alt, sum hevur við ferðslu at gera.