Tá næmingarnir í fólkaskúlanum eru farnir í 9. flokk, eru boð eftir teimum til ein evnisdag á høvuðsskrivstovuni hjá SEV á Landavegi 92 í Tórshavn.
Mikudagin, 11. januar, vóru næmingar í 9. flokki í Kollafirði og vitjaðu.
Dentur verður á hesi vitjan lagdur á at upplýsa næmingarnar um standby-nýtslu og eltrygdina við hús. Næmingarnir fáa t.d. at vita, at teldur, sjónvørp og onnur tól eiga at verða sløkt og eiga ikki at standa í standby alla tíðina. Næmingarnir læra eisini at gera ein leingjarakápil við jørðleiðara.
SEV bjóðar næmingunum og lærarunum morgunmat og heitan mat á døgurða.





























