4. og 5. flokkur vóru mánadagin 22. mars í Norðurlandahúsinum og lurtaðu eftir søgum.
Fyrst fortaldi Niels Nattestad um kolagrevstur í Hvalba. Tá ið hann var smádrongur, plagdi hann at vera har og ferðast. Har var spennandi at vera. Hann slapp við monnunum inn í kolanámið, og har var myrkt. Tað einasta ljósið kom frá karbidlampum, sum menninir bóru í hondini. Í bygdini vóru eisini nógvir spennandi lastbilar, tí kolið varð ført úr náminum til bátar, sum komu inn á Hvalba.
Síðan fortaldi Laura Joensen eina stuttliga søgu um eina lús, sum vaks seg so øgiliga stóra, og tá ið hon doyði, varð skinnið brúkt til at seyma eina kápu til prinsessuna. Eingin fekk at vita, hvat tilfar varð brúkt til hesa fínu kápu. Tann, sum kláraði at gita, skuldi fáa prinsessuna og kongaríkið. Nógvir fríggjarar royndu seg, og til endans – sum í røttum ævintýrum – so var ein, ið kláraði tað. Ein stuttlig søga.
Tá ið vit vóru liðug í Norðurlandahúsinum, fóru vit at keypa okkum okkurt søtt, og so fóru vit til gongu til Svartafoss og haðan oman á Gróðurstøðina. Á Gróðurstøðini keyptu vit eina plantu til hvønn flokkin. Síðan fóru vit oman á Studentaskúlan, har ótu vit matpakkan við borðini, sum standa á fløtuni framman fyri skúlan.
Síðan gingu vit eftir gøtuni til gomlu Hoyvíkina og fóru í bussin við steðgiplássið omanfyri. Veðrið var gott, eitt sindur kalt, men turt. Ein góður túrur í vakrari náttúru.





































