Hósdagin var klassiska konsertin “Back to Bach við Poul Rosenbaum á klaver og Mads Vinding á kontrabass í miðhøllini í Kolafjarðar skúla
Konsertin skuldi vera fríggjamorgunin kl. 10.30, men orsakað av gosfjallinum í Íslandi, varð hon flutt til hósdagin kl. 13.00*). Tey ringdu úr Norðurlandahúsinum fyri at vita, um tað bar til. Av tí at tey flestu børnini áttu at hava frí tá, máttu tey spyrjast, um tey vildu vera eitt sindur longri í skúla. Fýra næmingar vildu sleppa til hús, restin kom við á konsert, og tey fingu eina sera góða uppliving. Tónleikararnir hildu tað vera ótrúligt, at tað bar til! Tað hevði ikki gingið í Danmark. So børnini fingu ‘thumbs up’ og nógv rós og takk.
Umframt at spæla greiddu teir eisini eitt sindur frá um ljóðførini og tónasmiðin Johann Sebastian Bach. Teir greiddu frá um mol og dur og spældu ‘Eg veit eitt spógvareiður’ bæði í mol og dur. Poul Rosenbaum fór at “gráta”, tá teir spældu sangin í mol. Hann varð ikki glaður aftur, fyrr enn børnini høvdu sungið allan sangin fyri honum í dur – meðan teir spældu afturvið sjálvandi.
Teir dugdu væl at fáa næmingarnar við. Ein næmingur slapp upp at læra seg at spæla kontrabass. Mads Vinding lovaði, at Tordis kundi læra helvtina av kynstrinum eftir einum minutti! Hon fekk bogan at strúka eftir streingjunum við, meðan Mads trýsti á streingirnar - tað ljóðaði bara heilt væl við klaverfylgispæliJ Hetta var helvtin av arbeiðinum, restina kundi hon læra næstu ferð, legði hann skemtiliga aftrat.
At enda spældu teir eitt friðarligt lag. Tá skuldu øll leggja seg niður og blunda. Ótrúliga gott! Konsertin var fantastisk. Tað var týðuligt, at hetta vóru tónleikarar á sera høgum støði. Vit kundu hildið á at lurta, men nú var liðugt.
Fleiri nýttu høvið at fáa sær autograf frá Poul og Mads.
*)Av tí at øll flogferðsla er steðgað fyribils, tí gosøska er í loftrúminum, vóru teir noyddir at fara aftur til Danmarkar við Norrønu hóskvøldið.









































