Tvær tær seinastu vikurnar hava tríggir læraraskúlanæmingar, Emma, Katrin og Leivur, vitjað 4. flokk. Fyrst í 6 tímar sum eygleiðarar fyri at læra næmingarnar at kenna.
Mikudagin gjørdu teir so tað, sum var endamálið við vitjanini: Innan fyri 3 undirvísingartímar at læra flokkin at spæla 'Lítla fitta nissa mín' við Boomwackers. Tey hava tónleik á linju á Læraraskúlanum, og hetta var partur av einari uppgávu, tey arbeiða við.
Boomwackers eru plastikkrør í ymiskum litum og longdum, sum øll hava hvør sín tóna, tá tey verða sligin ímóti onkrum. Tað gekk nógv betri, enn tey trý høvdu væntað, so tá 2 tímar vóru farnir, avgjørdu tey at finna onkrar áhoyrarar at spæla fyri.
1., 2. og 3. flokkur vórðu bodnir út í miðhøllina at lurta, og tað ljóðaði so væl, at tey máttu spæla tað eina ferð aftrat:)









