Mánadagin vitjaðu vit Borgarskolan í Reykjavík. Hetta var ein størri skúli enn okkara, men líktist rættiliga nógv innihaldsliga. Vit vórðu mótikin við stórum blíðskap. Vit byrjaðu við morgunmati á lærarastovuni og fóru síðan runt á skúlanum, har vit sóu nakrar floksstovur, umfram serhøli sum bókasavn, telduhøli, evning- oh handarbeiðshøli, smíðhøli og eina stóra fimleikahøll. Aftan á rundvísingina vórðu vit aftur boðin inn á lærarastovuna. Hesa ferð til kaffi og føstulávintsbollar.

Mett og væl sett av sera góðum føstulávintsbollum fóru vit inn í nakrar flokkar, har vit fylgdu undirvísingini.

Vit endaðu skúlavitjanina við einum døgurðabita saman við íslendsku lærarunum.