Síðstu viku  í februar hevði Eli Smith framsýning á skúlanum í Kollafirði.

Eli hevur fingist við listarligt arbeiði í skjótt 30 ár og ger sínar egnu litir úr føroysku náttúruni. Hann nýtir m.a. kol, jákupsskeljar og ymislitt royðugrót.

Eli segði søguna um litirnar og vísti, hvussu ein málningur verður til, frá tí tilfarið verður tikið úr náttúruni.

Fríggjadagin, 25. februar royndu næmingarnir í 5. og 6. flokki saman við Eli sjálvir at tekna og læra ein stuttligan teknihátt. Úrslitið er ogn skúlans.