Ársætlan 

 

 

Miðdeildin 2010/2011

Lærari: Jeanette Poulsen

 

Lærugrein: Evning

Undirvísingin í evning er, eins og hinar vallærugreinirnar í skúlanum, skipað á tann hátt, at tað altíð eru blandað hold tvørtur um flokkarnar, ið luttaka. Næmingarnir eru á sama holdi ¾ av árinum, og holdini skifta vallærugrein aftan á 6-8 vikur á einum staði. Í tí síðsta skúlaársfjórðinginum sleppa næmingarnir sjálvir at velja sær lærugrein. Áðrenn hetta avger leiðslan, hvar hvør skal vera.

 

Eg leggi stóran dent á, at næmingarnir læra at handfara rúgvusmikla tilfarið í evningsstovuni, og upprudding og handfaring av amboðum er ein sjálvsagdur partur av undirvísingini. Fyrru hálvu av skeiðinum gera vit altíð felagsarbeiði, soleiðis at hvør ger sítt, men øll nýta nakað sama tilfar. Hetta tí, at tey skulu læra at vera um og røra seg í evningsstovuni. Tá tey vita, hvørjar treytirnar eru, sleppa tey at arbeiða meira frítt og fjølltáttað. Týdningarmikið er nú, at teirra hugur sleppur á flog, og at karmarnir eru víðir. Vanligt er, at evning og hondarbeiði eru saman um felags verkevni.