So var floksveitsla í 5. flokki.

Veitslan varð hildin í skúlanum mikukvøldið, 26. mai.

Næmingarnir høvdu eitt ynski um at gera okkurt saman – allur flokkurin. Niðurstøðan varð, at tey skipaðu fyri eini floksveitslu.

Í flokkinum varð avgjørt at gera ymsar bólkar.

Bólkarnir vóru:

1. matur og innkeyp

                      2. okkurt lekkurt

                      3. tónleikur og undirhald

                      4. pynt

Nakrar gentur fóru sjálvar til Havnar at keypa inn til veitsluna, og so møttu tey øll kl. 17.00 at gera klárt til veitsluna.

Øll komu veitsluklødd og vælhýrd.

1, 2, 3 so var vælljóðandi tónleikur í stovuni, og fleiri hjálptu til at gera stovuna til reiðar. Diskokúla og blinkandi ljós vórðu sett upp í stovuni og í køkinum stákaðust kokkarnir.

Skjótt angaði væl úti á gongini og maturin varð etin.

Aftaná varð hugt eftir filmupptøku av jólasjónleikinum – tað var stuttligt at síggja.

So varð dansað og hugnað sær við grønmeti og dipp og ikki minst lekrum smooties.

Tá veitslan var av, varð ruddað, og eftir stuttari løtu vóru bert glað og troytt børn eftir at síggja.

Vit vórðu skjótt samd um, at hetta var vert at endurtaka.                  

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S