Løgreglan vitjar 1. flokk
Mánadagin, 6. februar vitjaði ferðsluløgreglan 1. flokk.
Les meira og sí myndir her
Komandi 1. flokkur innskrivaður
Mikudagin í síðstu viku blivu 12 fittir næmingar innskrivaðir í komandi 1. flokk - 8 dreingir og 4 gentur. Les meira her
8. flokkur arbeiðir við verkætlan
Í døgunum 27. januar - 2. februar arbeiðir 8. flokkur við verkætlan, har høvuðsevnið er "Ungdómur".
Partsevnini eru hesi: Rørsla og ítróttur, royking, rúsdrekka og rúsevni, heilsa og kostur, alnótin, undómshús og støð, har ung hittast.
Framløgur verða fríggjadagin 3. februar.
Myndir síggjast her
7. og 8. flokkur arbeitt við stuttfilmum
Í sambandi við at ein donsk læraralesandi, Jane Winterberg, hevur verið í stavslæru í Kollafjarðar skúla, hava 7. og 8. flokkur seinastu 4 vikurnar arbeitt við at greina stuttfilmir og gera stuttfilmir.
Les meira og sí myndir av 8. flokki her og 7. flokki her
4. flokkur í køkinum
Mánadagin, 23. januar, var 4. flokkur í køkinum tveir skúlatímar. Hetta var liður í arbeiðinum við at menna sosiala partin í flokkinum. Næmingarnir gjørdu pitabreyð og høvdu so eina hugnaløtu saman við mati, drekka og góðum práti.
Myndir síggjast her
Bindicafe
Bindicafé verður aftur mikukvøldið 25. jan. kl. 19 - 21. Evnið hesa ferð er "tunesisk hekling", sum eisini verður nevnt at "hakka".
Er nakar, sum hevur roynt at hakka ella eigur okkurt, sum er hakkað, er hann vælkomin at taka tað við at vísa okkum.
Høvi er eisini at læna bøkur. Bókasavnið eigur nógvar spennandi bøkur - bæði urkis- og fagurbókmentir, og savnið fær javnarn nýggjar bøkur.
Møtið fjølment og takið stokkar/heklinál/hakkinál við. Drekkamuður verður at fáa.
9. flokkur vitjar SEV
Tá næmingarnir í fólkaskúlanum eru farnir í 9. flokk, eru boð eftir teimum til ein evnisdag á høvuðsskrivstovuni hjá SEV á Landavegi 92 í Tórshavn.
Mikudagin, 11. januar, vóru næmingar í 9. flokki í Kollafirði og vitjaðu.
Les meira og sí myndir her
Samstarv millum SSP ráðgevingina og Dátueftirlitið
Dátueftirlitið og SSP ráðgevingin hava gjørt avtalu um at samstarva um Trygd á netinum í fólkaskúlunum í 2012.
Les meira her
Bindicafe
Bindicafe verður nú aftur á bókasavninum í Kollafjarðar skúla. Byrjað verður aftur mikukvøldið, 26. oktobur kl. 19.00 - 21.00.
Les meira her
----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Myndir, sum verða tiknar av hesi síðu, verða lagdar í Myndasavnið ovast á síðuni ella í næmingamappuna, - far inn á næmingar og flokk!
Kollafjarðar skúli hevur tlf. 302550




