Í septembur mánaða vóru 4. -7. flokkur ein túr í haganum.

Vit fóru við bussi til Kaldbaksbotn. Haðani fóru vit til gongu. Vit gingu niðan við ánni niðan í Mannafelsdal. Trygvi fortaldi okkum um bardagan í Mannafelsdali. Grasið í dalinum er reytt. Søgnin sigur, at tað er litað av blóðinum frá teimum, sum fullu í bardaganum. Vit komu niðan á Oyggjarvegin við Skeiðsá. Her var tað, at Oyggjarvegurin var bundin saman í 1966.

Síðan gingu vit eftir Oyggjargøtuni til Brynjumannaborð. Brynjumannaborð er ein stórur steinur. Á hesum steini liggur eitt hav, tað vil siga ein tungur steinur, sum menn hava roynt at lyft. Søgnin sigur, at tann, sum kláraði at lyfta hetta havið, slapp við í bardagan. Søgnin sigur eisini, at einasti maður, sum kláraði at lyfta havið, var skælingsbóndin. Eisini sigur søgnin, at norðanmenn hildu veitslu við Brynjumannaborð, tá teir høvdu vunnið á sunnanmonnum í Mannafelsdali.

Leinkja til søgnina: http://www.snar.fo/utgavur/sagnir/kollafjordur/mannafelsdalur/

 

 

Ætlanin var at ganga oman Hórisgøtu til Kollafjarðar. Tað var eitt sindur av mjørka, tí gjørdu vit av at fara við bussi heimaftur.