ÁRSÆTLAN.

 

 

Heimkunnleiki.

 

 Valhold, 12 næmingar úr 7.- 8.- 9. flokki 2010/2011. Tríggjar tímar um vikuna helvtina av skúlaárinum.              

Endamálið við undirvísingini er at læra næmingarnar rættar arbeiðshættir í køkinum. Dentur verður lagdur á reinføri.

Næmingarnir fáa kunnleika um føðsluinnihaldið í matvørum, orkuveitandi føðsluevni, vitaminir og miniralir.

Næmingarnir fáa kunnleika um tær matvørur, ið eru til keyps. Vit seta saman matskráir og tosa um kostnað.

Vit gera ymiskan mat, leggja okkum eftir at gera heilsugóðan mat.

 

Tilfar:

Egnar uppskriftir, í flestu førum einfalt uppsettar.

Góðaráð.

Matur og matgerð.

Oddvørsa.

Lætt og leskiligt 1 og 2.