Flokkur:

4., 5., og 6.

Lærari:

Fríðbjørg Hammer og Asbjørg

 

 

Skúlaár:

2009/10

Lærugrein:

Heimkunnleiki

Tímar um vikuna:

3.5 (skeið á 7 vikur)

Lærugreinaøki hetta skúlaárið:

Reinføri.

Kunnleika um sjálvan køkin og hvar alt húsast í køkinum.

Læra at vaska upp og turka av.

Læra at seta upp á pláss.

Læra at seta í og tøma uppvaskimaskinuna.

Læra at samstarva í einum køki.

Læra at royna og smakka ymiskan mat.

Mál fyri hvørt einstakt lærugreinaøki:

Málið er at lærugreina øki verða lærd í einum 7 vikurs skeiði.

Arbeiðsháttur:

Stutt teori og uppgávur sum handvask, maskintøming o. a. verður gjørt áðrenn farið verður undir matgerðina. Køkurin skal vera reinur og ruddiligur áðrenn farið verður frá undirvísingini.

Í valdu uppskriftunum havi eg valt so nógvar ymiskar rættir sum møguligt. Fisk, kjøt, frukt, epli og grønmeti. Ís, tí tað er ørvísi og tekur tíð og síðani tvær køkuuppskriftir.

Í ár eru uppskriftirnar eitt sindur ørvísi enn síðsta ár, hetta fyri at flyta næmingarnar, bæði viðvíkjandi tilfari og smakki.

Arbeiðsætlan og allar uppskrifter verða lætnar næmingunum fyrsta dag í teirra skeiði.

Tilfar og amboð:

1. vika:Kunning og jogurtdessert

2. vika:Ebony og Ivory (kokuskaka)

3. vika:Fiskur í mikroovni

4. vika  Konfettikøkur uppskrift frá Bedstemor And

5. vika  Løtt og lekkur oksakjøtsúpan

6. vika Vit gera ís til 7. viku. Fáa frukt

7. vika  Høsnarungi í kola. Ís oman

 

Soleiðis sær ætlanin út sum er, men broytingar kunna koma fyri. Síðsta skeið er ikki lagt til rættis enn uppskriftum viðvíkjandi.

 

Um næmingar eru við ymsum allergium e. l. royni eg at hava atlit til hetta, so væl tilber. Foreldur hava verið mær kærkomin hjálp, til at tilrættisleggja undirvísingina best møguligt.

 

 

Eftirmeting – nær og hvussu:

Eftirmett saman við næmingunum í vika 6 í hvørjum skeiði

Ársætlan latin inn – dagfesting:

21/9-2009

Undirskrift lærarans:

Fríðbjørg Hammer og

Asbjørg Jacobsen