Mánakvøldið 28. novembur møttu foreldur og næmingar í 1. flokki í skúlanum til hugna- og arbeiðsløtu. Flokkurin skuldi hava ein jólakalendara. Á myndunum sæst,  hvussu arbeitt verður, øll gjørdu sítt ti, at kalendarin varð vakur.  Vit møttu klokkan 17, ætlanin va, at vit skuldu enda kvøldið uml. kl. 19-19.30. Tá tveir tímar vóru farnir, uttan at vit varnaðust tað, máttu vit skunda okkum at gera okkum liðug og eta. Næmingarnir høvdu vænt nakrar jólasangir, so eina lítla sangframførslu skuldu vit eisini hava tíð til.

Samanumtikið eitt sera hugnaligt kvøld saman við øllum 1. flokki, foreldrum og næmingum. Vit  í 1. flokki halda, at vit hava vakrasta jólakalendara í Kollafirði.

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S