Týskvøldið 2. februar skipaði 4. flokkur fyri hugnakvøldi í skúlanum. Tey høvdu bjóðað foreldrunum í skúlan at eta ræst kjøt og súpan. Harafturat var eisini ymiskt annað av seyði at eta: seyðarhøvd, stokt livur og sós, sperðil, blóðpannukøkur og riv. Omaná fingu vit fleiri sløg av kaku.

Í heyst flettu vit 2 lomb, so tað vóru hesi lombini, vit ótu.

Vit byrjaðu kvøldið við, at Jón og fleiri næmingar spældu gittara til felagssangin.

Næmingarnir spældi eisini tveir stuttar leikir fyri foreldrunum, annar var um Kálv lítla og hin var um Kópakonuna. Vit fóru eisini upp á gólv, vit kvóðu Sigmundskvæði yngra. Tveir dreingir í 4. flokki skipaðu. Hetta var eit stuttligt kvøld. Øll vóru mett og glað, tá ið tey fóru til hús.

Í fleiri ár hevur tað verið fast, at 4. flokkur flettir lomb um heystið og bjóðar foreldrunum í skúlan at eta.

Hetta halda vit í 4. flokki vera eitt gott hugskot, og vit eru glað fyri alt, sum vit gjørdu hetta kvøldið.

 

 

 

 

 

 

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S