Í 8. flokki hava vit hugnaløtu tveir tímar hvønn mánaða. Næmingarnir sleppa at gera av, hvat teir skulu gera hesar tímar. Tey hava m.a. spælt spøl í høllini, sæð film og verið í køkinum. Onkuntíð bíða vit við hugnaløtuni, og brúka í staðin fýra tímar annan hvønn mánaða.

Mánadagin, 3. oktobur hevði flokkurin hugnaløtu. Næmingarnir valdu at gera ein bita í køkinum og so eta saman í flokshølinum. Matarskráin var henda: grýturættur við pasta, pannukøkur við ísi og frukt.

Eitt sindur av avlopi var, so 9. og 7. flokkur fingu burturav.