Ein stuttligur og annarleiðis ítróttartími í 4. flokki
Ein dagin var 4. flokkur í Botnánni og vassaði í ítróttartímanum. Nøkur vóru í vassiskóm og nøkur vóru í stivlum. Vit vassaðu niðan gjøgnum ánna og komu niðan um kirkjugarðin.
Aftaná fóru vit inn í svimjihøllina at svimja. Nøkur vóru køld, so tað var gott at koma inn í heita hylin og heitu hitarúmini.



















