Flokkur:

7. – 9. flokkur

Lærari:

Jón Højsted, Jákup Dam, Gunnvá Dam

Skúlaár:

2010-11

Lærugrein:

Ítróttur

Tímar um vikuna:2

Lærugreinaøki hetta skúlaárið:

Upphiting, stór bóltspøl, smá bóltspøl, dansur, fimleikur, styrkisvenjing, kondivenjing, testir, spøl uttan bólt, frælsur ítróttur, svimjing og øðrvísi ítróttur, sum t.d. frælsur ítróttur, fitness, dansur, rógving, klatring og gongutúrur.

Mál fyri hvørt einstakt lærugreinaøki:

 

Upphiting: Vanliga við ymiskum venjingum uttan tónleik og við tónleiki, við bólti, parupphitingar, bingo, smá upphitingarspøl í bólkum

Stór bóltspøl: Flogbóltur, handbóltur, fótbóltur, kurvabóltur, badminton, indiaca, hockey

Smáspøl: ymisk sløg av rundbólti, hvøvdingabólti og stikkbólti, ymisk sløg av rennibólti

Smáspøl uttan bólt: ymisk fangispøl, sjórænarapikk

Dansur: Line-dansur og rock’in roll

Fimleikur: Aerobic, amboðsfimleikur

Styrkisvenjing

Kondivenjing

Testir

Frælsur ítróttur: renning, spjótkast, hæddarlop

Svimjing: Svimja ymiskar svimjihættir + spæla ymisk spøl í hylinum

Øðrvísi ítróttur: Miðja verður eftir, at næmingarnir fáa eitt so breitt úrval av ítrótti sum gjørligt, og tí er ætlanin, at næmingarnir eisini skulu sleppa at royna eitt nú fitness, rógving, at klíva og gongutúr í fjøllum.

Arbeiðsháttur:

Floksbýtt, tvørflokka, val, allir flokkarnir saman.

 

Tilfar og amboð:

Ringar, krakkar, máttur, plintur, tog, bond, tónleikur, ketsjarar, ymiskir bóltar, madrassa, spjót v.m.

Eftirmeting – nær og hvussu:

Lærarnir eftirmeta stutt aftan á hvønn ítróttartíma.

Eftirmeting saman við næmingum aftan á valskeiði

Ársætlan latin inn – dagfesting:

17. septembur 2010

Undirskrift lærarans:

Gunnvá Dam, Jákup Dam og Jón Højsted