Øll miðdeildin hevur ítrótt mikudag 3. og 4. tíma. Vanliga hava vit trý høli til ítróttin, svimjihøllina, ítróttarhøllina og fimleikarhøllina, umframt at tað eisini ber til at íðka ítrótt úti, tá veðrið er til tað.
Mikudagin 24. februar var sera gott kavaveður, so avtalað varð týsdagin við næmingarnar, at deildin skuldi út í kavan at íðka ítrótt. So var gjørt, og hetta er ikki fyrstu ferð í hesum skúlaárinum, at næmingarnir hava verið úti og skreitt.
Ein frálíkur dagur í kavanum!







































































