Kjøtsmakking
Fríggjadagin, 18. februar, var kjøtsmakking fyri starvsfólkini í Kollafjarðar skúla. Vanligt er, at starvsfólkini eta ein bita saman aftan á skúlatíð fríggjadag. Leingi hevur verið tosað um, hvør eigur besta kjøtið - nógv reyp hevur eisini verið, so avgjørt varð at finna út av hesum.
8 av starvsfólkunum høvdu kjøt við í skúla - hetta skuldi vera lamskjøt, antin tjógv ella bógvur. Kjøtið var skorið niður á 8 tallerkar, men eingin visti, hvør átti hvat. Aftaná varð atkvøtt fyri besta, næstbesta og triðbesta kjøtinum.
Tá ið øll høvdu atkvøtt, vórðu atkvøðurnar taldar upp, og at enda varð funnið fram til, hvør ið átti kjøtið.
Spenningurin var sjálvan stórur, og onkur hevði enntá nervar - hetta var sjálvandi ein stór løta fyri teir (tí tað vóru teir), sum reypað høvdu.
Tíverri fyri allar kollfirðingar, so fór sigurin til Hoyvíkar. Talan var tó um eitt lamb, sum hevði gingið í Funningi, og vinnarin var Jón Højsted.
































