Hósdagin 9. februar vóru fólk frá Kringvarpinum í skúlanum og gjørdu upptøkur. Vit byrjaðu í miðhøllini, har næmingar í 3. , 4. , 5.  og 6. flokki kvóðu saman. Fyrst skipaði Bjarti í 6. flokki Nykurs vísu, og síðan skipaði Karstin í 6. flokki Stolt Signild og Sigmunds kvæði. Dansurin gekk sera væl. Øll kvóðu væl við, og stevið var so sera gott.

Aftaná tosaði Jonna frá Barnaútvarpinum við skipararnar og við Kjartan í 5. flokki. Jonna tosaði eisini við næmingarnar í 3. flokki. Hon spurdi um kvøðing og annað.

3. flokkur sang eisini ein sang, sum bleiv upptikin.

 

 

Vit rokna við, at upptøkurnar verða sendar fastalávintsmánadag og kanska eisini morgunin eftir. Upptøkurnar verða eisini brúktar í sending hjá Elis Poulsen um føroyskan dans.