07.05.2010

Til øll foreldur at skúlanæmingum í Tórshavnar kommunu              

Kommunuskipan Føroya hevur kannað viðurskiftini viðvíkjandi trygging av næmingum og er komin til ta niðurstøðu, at kommunur hava ikki heimild at vanlukkutryggja næmingar.

Ein kommuna kann bert ábyrgdast fyri skaðar, hon sjálv hevur ábyrgd av. Tí kann kommunan hvørki tekna vanlukkutrygging móti fylgjunum av hendiligum óhappum, ið næmingar verða fyri, ella tekna ábyrgdartrygging fyri skaðar, næmingar gera á fólk ella lutir.

Avleiðingin av hesum er, at tygum sum foreldur hava ábyrgdina av, at barn/børn tygara verða fevnd av tílíkari trygging, um tygum ynskja tað.

Í skúlanum hevur kommunan tó ábygd av bygningum og fysisku karmunum um skúlan. Fær næmingur skaða, tí viðurskiftini, ið kommunan hevur ábyrgdina av, ikki eru í lagi, kemur kommunan sjálvandi undir endurgjaldsábyrgd og rindar endurgjald.

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S