Seinastu fýra vikurnar hava 7. og 8. flokkur arbeitt við stuttfilmum. Tey eru undirvíst í fjølmiðlum, sum er partur av tí pensum, sum tey skulu ígjøgnum.

7. flokkur hevur serliga arbeitt við longu gjørdum stuttfilmum, sum tey hava greinað. Hetta arbeiðið endar við eini framløgu fyri hinum í flokkinum. Ætlaninin er, at næmingarnir skulu venja seg við at tosa danskt og geva hvørjum øðrum afturmelding.

8. flokkur hevur arbeitt við sama evni, men her hava næmingarnir sjálvir framleitt sínar egnu stuttfilmir. Tey arbeiða við filmunum og redigera teir á telduni. Síðan vístu bólkarnir sínar filmir fyri flokkinum, har næmingarnir eisini skuldu siga frá tí ætlan, ið lá aftan fyri filmirnar. Eisini her skuldu næmingarnir venja seg við at geva hvørjum øðrum konstruktiva afturmelding.