Ferðslupolitiið vitjar 1. flokk
Mánadagin, 6. februar, fekk 1. flokkur eina serliga vitjan. Ein kona, iðer politistur, kom at undirvísa okkum í ferðslu. Hon spurdi nógvar spurningar, og næmingarnir smæddust ikki at svara.
Vistu tit, at børn ikki mugu ganga við bólti í hondini í ferðsluni? Hann skal altíð liggja í eini tasku ella posa, tí annars er sera stórur vandi fyri at missa bóltin og renna eftir honum og koma sær í vanda millum
Vistu tit, at man ALTÌÐ skal hyggja til vinstru, høgru og aftur til vinstru, tá man fer yvir um ein veg? Eisini tá ein grønur maður lýsur á ljóskurvini? Tað er tí, at onkuntíð gloyma bilførarar at hugsa um tey, ið ganga.
Visti tit, at man altíð skal hava eygnakontakt við bilføraran, ið steðgar fyri tær, áðrenn farið verður yvir um vegin? Tað er fyri at vera sikkur í, at bilurin steðgaði fyri tær.
Vistu tit, at man altíð skal ganga ímóti ferðsluni, tá man gongur á vegnum? Tað skal man fyri at síggja bilarnar, ið koyra tættast framvið tær.
Vistu tit, at gott er at vera í endurskinsvesti – eisini tá tað er ljóst – tí man sæst nógv betur?
Hetta og mangt annað lærdu vit í dag, vit vóru eisini ein túr og lærdu, hvussu vit eiga at ganga í ferðluni, og eisini lærdu vit okkurt um skelti. Seinni skuldu næmingarnir til próvtøku í at ganga yvir um gonguteigarnar uttan fyri skúlan. Øll kláraðu at fara yvirum – eisini eg J
Prógvini vórðu handað inni í stovuni.
Ein øðrvísi, læruríkur og stuttligur dagur.
Fríðbjørg








































