Mikudagin 15. juni vóru 4., 5. og 6. flokkur í Havn
Hjørleif Kúrberg var ferðaleiðari hjá okkum. Ferðin byrjaði við standmyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. Hjørleif dugdi væl at fortelja spennandi søgur fyri okkum.
Hann greiddi m.a. frá Havnar kirkju, Dómkirkjuni. Havnar kirkja hevur eitt vakurt klokkuspæl. Klokkuspælið er gáva frá havnarfólki. Havnarfólk kastaði nót eftir seiði, nótin var dýrabar, og hon mátti goymast á einum tryggum staði. Tað trygga staðið var loftið í kirkjuni. Har vóru ongar rottur, og tá ið nótin var í kirkjuni, so hildu fólk, at Várharra helt sína hond yvir henni. Tá ið nótakastið helt uppat, og nakrir pengar vóru eftir at deila, hildu fólk, at kirkjan skuldi fáa klokkuspæl fyri pengarnar. Inni í kirkjuni er modell av ”Norsku Løvu” sum fór á land í Lamba fyri umleið 300 árum síðan. Allir menninir bjargaðust. Ein teirra var nekari, og hetta var fyrstu ferð, at fólk í Føroyum sóu ein myrkan mann.
Úti á Reyni sóu vit, hvar fyrsta øl bryggjari í Føroyum var, Ydun.
Vit sóu eisini húsini hjá Skipara Hansen. Brillumaðurin kom til Føroya og kravdi at fáa Skipar Hansen til loðs. Skipar Hansen krógvaði seg, men hann bleiv funnin og varð noyddur at fylgja við Brillumanninum. Tá ið Brillumaðurin ikki longur hevði brúk fyri Skipar Hansen, varð hann settur á Dalsfles, og har var hann funnin kaldur og svangur.
Á Reyni er eisini ”Portugálið” Hetta var ein myrkur kjallari við einum spískum steini. Menn, sum høvdu gjørt okkurt ólógligt, vóru dømdir til at sita á spískasteini. Teir vóru settir á steinin, og lodd vórðu fest í beinini. Vit kunnu illa ímynda okkum pínuna, teir hava havt.























































