Næmingar og foreldur møttu stundisliga við skúlan í morgun kl. 6.15.Ferðin vestur og flogtúrurin til Danmarkar gingu væl. Líkindinii at flúgva vóru av teimum bestu – sum á gólvinum allan vegin. Av flogvøllinum í Kastrup fóru vit við toki inn í býin – inn á jarnabreytastøðina. Haðani gingu vit til hostellið, har næmingar og lærarar fingu síni kømur. Næmingarnir fingu frukt á miðjun degi og kl. 17 fóru vit við bussi út í Parkina at hyggja eftir fótbóltsdysti millum FCK og Køge. Hetta var samstundis dystur, sum FCK kundi endaliga tryggja sær danska meistaraheitið. Vit sóu ein dyst, sum FCK vann trygt 4 – 0 og gjørdust sostatt dasnkir meistarar. Stemningurin var serliga góður, og varð hetta eitt serligt upplivilsi. Klokkan 23.00 skal vera friður á hostellinum og í kvøld eru øll móð og mett av upplivingum frá fyrsta degnum. Øll gleða seg at sleppa undir “pullarnar”.
Longu kl. 8.00-8.30 verður morgunmatur í morginárin.





































