Mánadagin 10.mai
Hugaligt at vakna í morgun. Sólin var á luftini, og hitin var umleið 17 stig, tá klokkan var farin av 10. Umleið klokkan 11 hildu vit leiðina niðan í Nyhavnina, har bátur lá og bíðaði eftir at taka okkum rundferð á kanalunum. Góður siglitúrur við frálíkum útsýni, men hátalararnir umborð vóru ikki av teimum bestu, so ikki fingu vit alt við av dansku taluni frá frásøgufólkinum; men tíbetur kom alt á enskum og sponskum aftaná, so okkurt fingu vit við kortini.
So var ætlanin at fara inn á gólvið hjá Margrethu drotning á Amalienborg, men hon var ikki at hitta, so vit fingu ikki orð á hana. Men slottið høvdu vit so høvið at skoða.
Seinnapartin fóru næmingar í bólkum at gera seinastu innkeypini, nú vit bara hava 2 dagar eftir her í Keypmannahavn; tó vóru summi, sum heldur tóku leiðina heim aftur at hvíla eina løtu. Klokkan 17 fingu vit okkum ein bita her á hostellinum, og góðan tíma seinni gekk leiðin oman á Metropol, sum er biografur her í miðbýnum. Eini 500 fólk rúmast inni, men í kvøld høvdu vit ein av stóru salunum so at siga fyri okkum sjálvi.
Klokkan 11 var so aftur farið í koyggjurnar.







































