Keypmannahavn 6.mai 2010
Dagur 2
Vóru tíðliga á fótum. Vóru vakt kl. 07.45 at eta ( eiga morgunmatarborðið frá kl.08.00-08.30). Eftir morgunmatin fóru vit í kømur okkara aftur – nøkur at sova og onnur at gera seg klár til dagsins túr. Vit fóru av hotellinum kl.11.00. Tóku bussin og fóru eina sera væl eydnaða vitjan í Experimentarium. Har var m.a. ein framsýning av heilanum, og næmingarnir royndu ymiskt, sum vísti hvussu heilin reagerar, m.a. tá ið ein drekkur rúsdrekka ella nýtir rúsevni. Ymiskar venjingar vóru eisini, sum vístu hvussu vandur heilin er við at gera, tað hann er vanur at gera (Ymiskar samskipanir). Næmingarnir stuttleikaðu sær eisini óført við at gera mega stórar sápubløðrur og kanna eitt myrkt rúm, har ein als ikki sá nakað sum helst. Eftir eina væl eydnaða vitjan á Experimentarium vendu vit nøsina heim móti vallaraheiminum.
Dagurin var ikki av enn. Búgva heilt tætt við “Fiskatorgið”, so næmingarnir sluppu ein lítlan innkeypstúr. Endaðu dagin har úti við at eta eina máltíð saman. Samanumtikið ein sera góður dagur
































