Hósdagin 7. mai

Øll vóru aftur tíðliga á fótum, og eftir ein góðan morgunmat hildu vit leiðina inn í býin. Gingu fyrst ein túr inn á Rundatorn og skoðaðu býin úr erva. Veðrið var hampiligt, men tað var kalt, og okkurt ælið var eisini at hóma. Ætlaðu ein túr oman í Nyhavnina og fara ein kanaltúr, men hetta bleiv av ongum, tí hann lotaði eitt sindur útiá. Inni á “Stroynum” sluppu næmingarnir leysir nakrar tímar, so tey fingu keypt sær tinganest at hava heim aftur við sær. Klokkan 17.30 hittust vit aftur á Ráðhúsplássinum, og so fóru vit øll at fáa okkum ein góðan bita. Jù, væl smakkaði, og nú var klokkan farin at nærkast átta, so vit fóru aftur á hotellið. Tey flestu til gongu, meðan onkur av teimum eldru, sum vóru lin í knøunum, vórðu sett í ein súkkluvogn og koyrd til hurðina.Og so var triði dagurin í Keypmannahavn farin at líða, og tað var farið at skýma.

 

 

 

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S